Tiltak fyri vaksin

Lær at súrga mjólk við Tjóðhild Patursson

Stað
Býarbókasavnið
Niels Finsens gøta 7
VIKA 17

Í viku 17 seta føroysku bókasøvnini ljóskastaran á tey 17 heimsmálini hjá ST. 

Í ár snýr vikan seg serliga um burðardygga matmentan.
 

Tjóðhild Patursson kemur á Býarbókasavnið at tosa um at súrga mjólkarúrdráttir.
Tað verður eitt stutt upplegg um mjólkarmentan og um tær siðvenjur, vit hava við at súrga mjólk.
Síðani fer hon at vísa, hvussu fólk lættliga kunnu gera sær sína egnu súrgaðu mjólk, og tey sleppa eisini at royna seg og fáa ein startara við heim, so at tey sleppa í gongd.

Tiltakið verður á 1. hædd, og øll eru vælkomin